Føroyska U19-landsliðið spældi mikukvøldið fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum er í Bulgaria í hesum døgum. Úrslitið gjørdist 6-0 til Ongland.
Føroyska liðið stóð seg væl at byrja við og vardi mannliga í fyrra hálvleiki. Hóast Ongland var greitt omaná, gjørdi Rói Mørk Hentze fleiri bjargingar, og hálvleiksstøðan var tí einans 1-0 til Ongland. Tað var áleyparin, Eddie Nketiah, sum eftir 23 minuttir skoraði sítt fyrsta av fýra málum í kvøld.
13 minuttir út í seinna hálvleik økti hann um støðuna til 2-0, og einans fýra minuttir seinni skoraði Elliot Embleton til 3-0. Í 77. minutti fekk Ongland brotsspark, og Eddie Nketiah fullførdi við hesum sítt hattrick. Tá fimm minuttir vóru eftir skoraði Ben Brereton til 5-0 og, í 90. minutti var Eddie Nketiah aftur á blettinum og skoraði til 6-0.
Allan dystin var mest sum einvegis ferðsla móti føroyska málinum og hagtølini vísa eisini, at Ongland hevði 28 skot á mál, meðan Føroyar hevði trý. Ongland er uttan iva millum sterkastu tjóðirnar í ungdómsfótbólti í løtuni, tí umframt sigurin hjá U19 í EM, vann U17 HM og U21 kom í EM-hálvfinaluna í summar.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini frá dystinum. Føroysku U19-spælararnir spældu í bláum hendan dagin.