VIDEO: Málini frá sigrinum hjá B36

(Video) Síggj málini frá dystinum St. Joseph-B36 1-2 (1-2)

B36 er víðari í Europa League undankappingini aftaná harðvunnan 2-1 útisigur á St. Joseph í 32 hitastigum á Victoria leikvøllinum í Gibraltar.

Øll málini komu í fyrra hálvleiki, ið eisini var tann betri leikti hjá B36. Í seinna hálvleiki ráddi um at binda fyri í øllum hitanum. 

St. Joseph´s – B36 1-2 (1-2)

0-1: Michal Przybylski 28.

1-1: Boro 30.

1-2: Alex Mellemgaard br 43.

Í komandi umfarinum møtir B36 Levadia Talinn úr Estlandi á heimavølli.

HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum í Gibraltar. Tað er ein vietnamisk rás sum hevur lagt málini út, og myndagóðskan er ikki tann fremsta:

##med2##