NSÍ stóð væl á vøllinum í 37 minuttir, men seinastu átta minuttirnar fekk NSÍ tvey keðilig mál ímóti sær. Tað bleiv verri í seinna hálvleiki, og tapti NSÍ 0-6 móti Aberdeen í Europa League undankappingardystinum á Pittodrie leikvøllinum í Aberdeen.
Tvey av málinum vóru vøkur, men hini málini vóru sera sera óheppin.
HER ber til at hoyra samrøðuna FM1 gjørdi við Jens Martin Knudsen, hjálparvenjara hjá NSÍ.
Aberdeen FC – NSÍ 6-0 (2-0)
1-0: Lewis Ferguson 37.
2-0: Curtis Main 43.
3-0: Ryan Hedges 50.
4-0: Ryan Hedges 59.
5-0: Jonny Hayes 63.
6-0: Ryan Hedges br 87.
HER ber til at síggja málini hjá Aberdeen. Viðkomandi YouTube-rás hevur lagt tónleik til, so eingin frásøgn hoyrist til upptøkurnar:
##med2##