VIDEO: Málið hjá OFK Titograd ímóti B36

(Video) B36 sá ikki alt ov gott út tá OFK Titograd kom á odda 1-0, men tað endaði væl kortini

Ígjár høvdu vit bæði málini B36 skoraði í minniliga dystinum niðri í Titograd á in.fo.

 

Tað var facebook-síðan hjá B36 sum átti tær upptøkurnar.

 

Nú er málið OFK Titograd fekk longu í fjórða minutti komið út á YouTube. Allar Fótbólts-Føroyar fegnast um sigurin hjá B36, men staðfestast má, at B36-verjan sær ikki so ræðuliga gott út í støðuni tá Zoran Petrovic sleppur framvið verjuni og leggur OFK Titograd á odda 1-0. Men sum vit øll vita so endaði tað væl kortini tá samanum kom. 

 

Løtu seinni fór Zoran Petrovic av vøllinum við skaða.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málið hjá OFK Titograd, og 1-1 málið hjá B36 sum Benjamin Heinesen skoraði.