Við einum stórspælandi Kristian Joensen í málinum, hørðum arbeiði og nakað av hepni hevði KÍ ein góðan 0-0 javnleik í pottinum móti sveisiska FC Luzern á útivølli.
Men væl inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat fekk KÍ eitt keðiligt mál ímóti sær, ið Schneuwly skoraði uppá ein returbólt aftaná Kristian Joensen hevði bjargað væl.
Við til søguna hoyrir, at Páll A. Klettskarð hevði ein risamøguleika at leggja KÍ á odda seint í fyrra hálvleiki, men Müller í málinum hjá FC Luzern stórbjargaði tíverri møguleikanum hjá Pálli.
Dysturin livir tó enn til seinnu uppgerðina á Svangaskarði á Toftum, ið verður hóskvøldið 1. august klokkan 18.
Á HESARI leinkjuni ber til at síggja: 1) Næstovasta video í greinini: sigursmálið hjá Luzern, 2) Triðovasta video í greinini: Stóri málmøguleikin hjá Pálli Klettskarð. Ovasta video í greinini eru samrøður á sveisiskum týskum, har spælarar hjá FC Luzern m.a. grenja um, at KÍ spældi alt ov verjukent eftir teirra tykki.