Fremad Amager var á útivølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag, har teir spældu javnleik 2-2. Millum málskjúttarnar hjá Fremad Amager var Finnur Justinussen, sum javnaði til 1-1, tá 86 minuttir vóru farnir av dystinum. Finnur Justinussen kom á vøllin, tá 71 minuttir vóru leiktir av dystinum..
Seinastu løtuna hendi nógv. Fredericia kom á odda 2-1 í 89. minutti, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat javnaði Rune Friis til 2-2, og tryggjaði Fremad Amager eitt stig.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum, og njót góða stútaran hjá Finni Justinussen, har hann kom hægstur í brotsteiginum hjá FC Fredericia. Finnur hevði eisini møguleikan at stúta bóltin inn til 3-2 til Fremad Amager, men tann stútarin fór uppum.
Tað er YouTube rásin hjá Fremad Amager, sum hevur lagt hæddarpunktini út.
Komandi sunnudag tekur Fremad Amager ímóti HB Køge í Sundby á Amager.