Tað er ikki altíð so lætt at útvega hæddarpunktini frá dystunum hjá teimum føroysku liðunum, ið kappast í Champions League og Europa League undankappingunum, og viðhvørt ganga nakrir dagar áðrenn tey eru tøk.
Fyrr í vikuni høvdu fingið fatur í 21 sekundum av hæddarpunktum frá dystinum Saint Joseph-B36 3-5 (1-1 - 0-1). Nú eru so øll hæddarpunktini tøk.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj øll hæddarpunktini frá spennandi dystinum sum endaði við brotssparkskapping sum B36 vann.