Sama dag sum HB fekk eina góða upptakt til seinna dystin móti Linfield við at vinna 3-0 á TB, so tapti Linfield farna leygardag á heimavølli ein venjingardyst 1-2 móti Finn Harps, ið er eitt lið í bestu fótbóltsdeildini í írska lýðveldinum.
Joel Cooper legði Linfield á odda tá bert níggju minuttir vóru farnir av dystinum. Stutt undan steðginum javnaði Finn Harps, og miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Finn Harps sigursmálið.
Linfield og HB spæla á norðurírska tjóðleikvøllinum, Windsor Park sum er nevndur eftir enska kongshúsinum (House of Windsor) klokkan 19.45 í kvøld. Fyrri dysturin millum liðini í Europa League undankappingini á ovara vølli í Gundadali endaði við javnleiki 2-2. Um HB megnar javnleik 3-3 ella vinnur dystin vinnur HB seg víðari í undankappingini.
In.fo hevur beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.
Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Linfield og Finn Harps:
##med2##