VIDEO: Liðið hjá Gilla brendi nógvar opnar málmøguleikar

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Odd-Sandefjord 0-1 (0-1)

Gilli R. Sørensen var á vøllinum í 68 minuttir tá lið hansara, Odd ígjár tók móti Sandefjord á heimavølli í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Liðfelagarnir hjá Gilla brendu fleiri opnar málmøguleikar. Samstundis tók Sandefjord av tá teir fingu møguleikan tíðliga í fyrra hálvleiki, og tískil endaði tað við einum 1-0 sigri til Sandefjord.

 

Odd er fjórðaftast í deildini við níggju stigum.

 

Leygardagin spælir Odd móti gamla liðnum hjá Odmari Færø, Ham-Kam.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Odd og Sandefjord:

 

##med2##