Video: Leggja kaðal upp á land í Víkarbyrgi

Kavarar hava seinastu dagarnar arbeitt við at umvæla kaðalsambandið í Víkarbyrgi

Ein kaðal til Suðuroynna hevur verið slitnaður og hevur tí ikki riggað í eina tíð. 

 

FT-Net hevur tí havt kavarar at hjálpa sær at gera umvælingar uppá kaðalsambandið í Víkarbyrgi. Seinastu dagarnar hava kavarar arbeitt við at koyrt fipurkaðalin upp á land. 

 

- Vit hava lagt fipurkaðalin upp á land umleið 100 -110 metur upp gjøgnum bratt lendi í Blábjørg. So nú manglar bara, at FT-Net forbindur sjókaðalin saman við landkaðalinum, sigur Símin Jákup Højsted, stjóri í SJH Commercial Divers.

 

FT-Net umsitur uttanlendiskapasitet og hevur ábyrgdina av at leggja nýggjar fipursjókaðlar bæði innan- og uttanlands, sum skulu tryggja altjóða sambandið.

 

Tilsamans eru tvey kaðalsambond til Suðuroynna. Tað eigur ikki at órógva sambandið, um eitt samband slitnar, men FT-Net velur at hava tvey sambond kortini fyri at gera tryggleikan størri, upplýsir stjórin í FT-Net, Páll Højgaard Vesturbú.

 

Omanfyri er eitt videobrot, sum kavararnir úr SJH hava tikið, meðan teir hava arbeitt í Víkarbyrgi.