VIDEO: Landsverk ruddar kavan

Upptøkur frá drúgva graviarbeiðinum hjá Landsverki í sambandi við ringu koyrilíkindini

Hósdagin og fríggjadagin við var ferðslan nógv merkt av ringu koyrilíkindunum kring alt landið. 

 

Í gjár kom eisini fram, at undir drúgva graviarbeiðinum, sum hetta førdi við sær, eru enntá fýra maskinur gingnar fyri hjá Landsverki. Nú hevur Landsverk lagt út onkrar upptøkur frá drúgva arbeiðinum, og myndirnar omanfyri eru frá Oyndarfjarðarvegnum, við eystara tunnilsmunna til Norðskálatunnilin og av Vestmannavegnum.