Video: Lív aftur í Undirhúsinum undir Bryggjubakka

Undirhúsið hevur hildið til í bygninginum hjá Poul Hansen undir Bryggjubakka síðan 1936, men síðstu tvey árini hevur tað verið í útlegd, meðan arbeitt hevur verið við at umbygt húsið til matstovuna the Tarv. Í síðstu viku kundi Høgni Hansen, stjóri í Poul Hansen, ið eigur bygningin, loksins handa lyklarnar til Undirhúsið aftur til teir menninar, ið trúliga plaga at møtast undir Bryggjubakka.


Miðlahúsið var inni á gólvinum í dag og tosaði við Høgna Hansen og Mads Guttesen, nú menninir aftur kundu savnast undir Bryggjubakka.