VIDEO: Kielce-THW Kiel 36-36 (Samandráttur)

(Video) Síggj samandráttin hjá Eurohandball frá toppdystinum í bólki A í Champions League

Dysturin í bólki A í Champions League í Pólandi millum Kielce og THW Kiel endaði við málríkum javnleiki 36-36. Tvey sekund áðrenn tíðin var farin eydnaðist tað svenska leikaranum, Niclas Ekberg at tryggja Kiel ein týdningarmiklan javnleik.

 

Í steðginum var Kiel á odda 17-15.

 

Kiel er fremst í bólki A við 16 stigum. Nummar tvey er júst Kielce við 13 stigum, so javnleikurin var sera týdningarmikil. Paris Saint Germain hevur á triðja plássinum eisini 13 stig. Aalborg er nummar fýra við 12 stigum.

 

Elias skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir í kvøld, umframt at leggja upp til mál hjá liðfeløgunum.

 

HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá dystinum. Í samandráttinum síggjast eisini mál og upplegg til mál hjá Eliasi:

 

##med2##