Video: KÍ vann á Skála

Her ber til at síggja mál og málmøguleikar í dystinum millum KÍ og Skála í dag

 

Bert eitt mál kom í Effodystinum millum KÍ og Skála í dag.

Heimaliðið hevði stóran part av dystinum stóra yvirvág í spæli og skapti eisini nakrar góðar málmøguleikar, men bert einaferð eydnaðist at skora.

Ímóti endanum av dystinum royndi Skála at svara aftur, men tað bleiv bert til nakrar støður og ongan veruligan málmøguleika.

Omanfyri ber til at síggja samandrátt av dystinum millum KÍ og Skála í dag.