VIDEO: KÍ-Beijing Guoan 0-1 (hæddarpunkt)

(Video) Her síggjast góð hæddarpunkt frá dystinum hjá KÍ móti Beijing Guoan

KÍ tapti fyrradagin tepurt 0-1 fyri Beijing Guoan, ið spælir í bestu kinesisku fótbóltsdeildini í Algarve í Portugal. Sigursmálið var skotið longu í fimti minutti. Talan varr um ein dyst í Atlantic Cup.

 

Týsdagin 6. februar klokkan 14 skal KÍ spæla móti danska superligaliðnum, Silkeborg, og fríggjadagin 9. februar klokkan 13 skal KÍ spæla ímóti amerikanska Major Soccer League liðnum, Real Salt Lake í somu kappingini, Atlantic Cup. 

 

Hesir byrjaðu inni fyri KÍ: Ari í Haraldsstovu Petersen, Jóannes K. Danielsen, Børge Petersen, Jákup Vilhelmsen, Patrick Da Silva, Árni Fredriksberg, Mads Boe Mikkelsen, Deni Pavlovic, Dan í Soylu, Claes Kronberg, Páll A. Klettskarð.

 

Hetta er fyrstu ferð - hvat vit vita um - at eitt lið úr bestu mansdeildini í Føroyum spælir dyst móti einum liði úr bestu mansdeildini í Kina. 

 

HER ber til at síggja góð hæddarpunkt frá dystinum millum KÍ og Beijing Guoan:

 

##med2##