John Frederiksen skrivaði í dag søgu við at gerast fyrsti føroyingurin, ið hevur skorað mál í eysturríkskum ligafótbólti.
Hetta hendi tá lið hansara, Amstetten í dysti í næstbestu eysturríksku fótbóltsdeildini vann stórsigur 6-0 á Dornbirn á útivølli.
John Frederiksen økti til 3-0 tá ein hálvur tími var farin. Can Kurt stóð hegnisliga fyri forarbeiðnum, og skuldi John ikki gera annað enn beina bóltin innum málstrikuna. Frøin var stór á John og liðfeløgunum nú hann hevur fingið hol á málskjótingina í eysturríksku liguni.
John var skiftur út tá 62 minuttir vóru farnir av dystinum. Amstetten skoraði trý mál í hvørjum hálvleiki.
Amstetten er nummar trý í deildini við fýra stigum. Komandi dystur verður komandi fríggjadag á heimavølli tá Steyr kemur á vitjan.
HER ber til at síggja málini Amstetten skoraði móti Dornbirn.