Viljormur Davidsen fekk eitt sindur meir enn ein hálvan tíma á vøllinum í seinna hálvleiki. Hallur Hansson fekk 84 minuttir á vøllinum, so talan var um eina føroyingauppgerð í 24 minuttir í seinna hálvleiki tá Vejle og AC Horsens spældu javnleik 0-0 á Nørreskoven leikvøllinum í Vejle fríggjakvøldið.
Hallur Hansson, venjarin Jens Berthel Askou og hinir í AC Horsens hava ikki fingið mál fimm teir fyrstu dystirnar í superliguni, men teir hava so fingið tveir javnleikir á rað nú. Málúrtøkan í hesum árinum er 0-6.
Komandi mikukvøld fer AC Horsens aftur at royna eftir sínum fyrsta sigri og sínum fyrsta máli. Tá kemur AaB á vitjan.
Fyri Viljorm Davidsen kom spælitíðin væl við, tí nú hevur hann sama tal av almennum dystum fyri Vejle, 181 dystir sum er júst sama tal av dystum onglendingurin, Julian Barnett spældi fyri Vejle, árini 1983-1987. 181 dystir almennir dystir er tað mesta nakar útlendingur hevur spælt fyri Vejle.
Mikukvøldið hevur Vejle torføran dyst í Parkini í Keypmannahavn móti FCK.
AC Horsens er saman við Lyngby langt aftast í superliguni við bert átta stigum. Vejle er nummar átta við 21 stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Vejle og AC Horsens. VIljormur og Hallur vóru við í onkrum atsóknum:
##med2##