Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá AIK Stockholm spældi í kvøld fyrsta kappingardystin í 2025.
AIK spældu í kvøld dyst á heimavølli á Strawberry Arena í bólkaspælinum í svensku steypakappingini móti Degerfors, ið spælir í bestu svensku fótbóltsdeildini.
AIK var greiður favorittur undan dystinum, og tí var tað eitt vónbrot, at AIK frammanfyri 17.300 áskoðarum bert megnaði javnleik 1-1.
Anton Salétros legði AIK á odda 1-0 við einum framúr góðum frísparki í 34. minutti. Tá seinni hálvleikur var sjey minuttir gamal javnaði Degerfors til 1-1.
Komandi leygardag hevur AIK útidyst móti Trelleborg, ið spælir í næstbestu deildini. Fjórða liðið í bólki 3 er Värnamo, ið spælir í bestu deildini.
Bert bólkavinnarin vinnur seg víðari í steypakappingini.
HER ber til at síggja málini frá dystinum AIK Stockholm-Degerfors 1-1 (1-0):
##med2##