TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr løtuna, tá Janus Wiberg Mortensen frammanfyri risastóru fjøldini sang nýggja fosturlandssangin "Mítt vakra Føroya land".
Upptøkan er gjørd ólavsøkukvøld, tá Miðlahúsið hevði sítt stóra tiltak, sum fjøldin tekur væl undir við.
Og fjøldin tók eisini væl undir við Janusi Wiberg Mortensen, sum tað sæst og hoyrist á hesum videobrotinum, sum næstringarnir hjá Janusi hava tikið upp.