Punkbólkurin Joe & The Shitboys hava útgivið eitt nýtt videolag.
»Pull The Trigger« er fyrsti sangur, ið bólkurin hevur latið úr hondum síðani plátuna »The Reson for Hardcore Vibes« í 2019. Sangurin verður partur av útgávuni, ið kemur út í november.
– Sangurin snýr seg um øll tey, ið sita á sosialu miðlunum og halda seg hava munnkurv á, tí tey ikki sleppa at spreiða hatur, uttan at onnur úttala seg um tað, tey siga, sigur bólkurin um sjónbandalagið.
Videolagið er leikstjórnað av Terja Mohr og er filmað í viðarlundini, har ein illur Bárður Persson rennur við byrsu eftir punkarum.
Joe & The Shitboys fara á konsertferð Stóra Bretland frá 14. september til 1. oktober.
Her kanst tú síggja nýggja videolagið:
##med2##










