Video: Jákup Thomsen við enn einum framúr máli

Føroyski U21-landsliðsspælarin skoraði aftur í dag eitt vakurt mál fyri FH

Meistaraveitslan hjá Vali bleiv útsetti, tá FH við Jákup Thomsen á odda vann 2-1 á oddaliðnum. Valur liggur á odda í íslendsku landskappingini, meðan FH stríðst fyri plássinum í Evropa.

 

Síggj málið hjá Jákupi Thomsen við at trýsta HER

 

Í dag hittust liðini á heimavøllinum hjá FH, sum hevði Gunnar Nielsen, Brand Hendriksson og Jákup Thomsen á liðnum frá byrjan. Jákup Thomsen legði FH á odda tíggju minuttir inn í seinna hálvleik, tá han rak millum tveir spælarar og smekkaði bóltin í yvirleggjaran og inn.

 

Føroyski U21-landsliðsáleyparin hevur nú skotið trý mál fyri FH, og eitt fyri føroyska U21-landsliðið, í seinastu vikunum. Sermerkt fyri málini er, at tey eru einmansavrik og flott. Í seinasta sekundinum av yvirtíðini skoraði FH sigursmálið, eftir at Brandur Hendriksson hevði skotið hornaspark innfyri.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu spældi allan dystin fyri ÍBV, sum vann 2-1 á Stjarnuni. Gøtumaðurin fell gult kort í dystinum og átti eisini okkurt skoti á mál. René Sahki Joensen sat á bonkinum allan dystin, tá Grindavík tapti 4-3 fyri KA. Hann hevur verið sjúkur seinastu fýra dagarnar.

(mbl.is)

1Valur21127246:2343
2Breiðablik21125435:1741
3Stjarnan21117345:2540
4KR2197533:2334
5FH2197535:2834
6KA2177736:3028
7ÍBV2175924:2926
8Víkingur R.2167827:3525
9Grindavík21741024:3225
10Fylkir21651024:3723
11Fjölnir21471022:3719
12Keflavík21041710:454