Video: Jóan Símun og Hallur fortelja

Landsliðsspælararnir greiða frá hvat krevst fyri at spæla fótbólt fullatíð

Ungdómsnevndin hjá B68 skipaði í gjár fyri tiltaki fyri ungar fótbóltsspælarar. Luttakarar vóru toftamaðurin í OB, Jóan Símun Edmundsson, og Hallur Hansson, miðvallari hjá AC Horsens.

 

Teir greiddu ungu áhoyrarunum frá yrkisleiðini hjá teimum í fótbólti. Landsliðsspælararnir hava roynt eitt sindur av hvørjum. Millum annað fóru báðir av landinum sum ungir og hava møtt nógvum mótgangi. Báðir hava eisini verið heima í Føroyum og vent, áðrenn ferð aftur kom á yrkisleiðina hjá teimum.

 

Tiltakið varð skipað í trimum pørtum.Í fyrsta partinum greiða teir frá yrkisleiðini, í øðrum parti greiða teir frá hvat krevst fyri at blíva yrkisspælari. Í triðja partinum av tiltakinum fingu áhoyrarnir møguleika at seta spurningar.

 

Ítróttarskrivarin á Sosialinum, André Olsen, var vertur.

 

(Upptøka: B68)