Illveður er og hóast vit ivaleyst eru heldur samd um, at vit heldur vildu havt betri veðurlíkindi um jólini, so er kortini eingin ivi um, at nógvi vindur skapar stórslignar sjónir í náttúruni kring landið.
Vesturi á Eiðinum í Vági er óvanliga vakurt í øllum veðrið og ikki minst á hesum illfýsna degi, er stórsligið at síggja ógvusligu náttúruna har vesturi.
Trýst á pílin á myndini og sí videobrot, sum er tikið beint eftir middag í dag.
Har suðuri er nógvur vindur í dag. Á Porkerishálsi siga mátingarnar hjá Landsverki í skrivandi stund, at tað er upp til 37 m/s.
Sostatt er vindurin minkaður nakað, tí fyrrapartin í dag segði hann upp í 42 m/s á Porkerishálsi.