Kristian Johansen og Margrið Weihe eru bæði tvey dómaraeygleiðarar í føroyskum og altjóða hondbólti. Í samrøðu við Rás1 greiða tey millum annað frá uppgávunum sum ein dómaraeygleiðari hevur.
(Síggj samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini)
- Tað er ein stór uppgáva at verða dómaraeygleiðari í hondbólti. Tú skal ikki bara eygleiða dómararnar. Tú skal eisini tryggja, at alt er sum tað skal rundanum sjálvan dystin. Til ein Champions League dyst, so snýr tað seg eisini um at tryggja, at lýsingarnar standa rætt kring vøllin, at fjølmiðlarnir hava fingið sítt og so framvegis, sigur Kristian Johansen, sum eisini er fyrrverandi altjóða hondbóltsdómaridómari.
Tey eru samd um, at føroyskur hondbóltur er í framgongd, men at vit hava langt á mál. Tað eru fleiri avbjóðingar. Bæði tá tað kemur til tilfongið, men eisini føroyska lyndið hevur hug at gera um seg.
- Tað er eitt sindur av muni á, um talan er um altjóða dystir ella um tað er í Føroyum. Til altjóða dystir er tað meiri skipað og tú hevur nakrar rættningslinjur, ið tú skal ganga eftir. Í Føroyum er tað meiri føroyskt, har alt gongur við eitt sindur av hjálp. Har er nakað at arbeiða við, um vit vilja koma á eitt hægri stig, eins og vit eru komin tað á vøllinum, sigur Margrið Weihe, altjóða dómaraeygleiðari, meðan Kristian Johansen sigur:
- Eg vil ikki fara so langt sum at siga, at dómarastøðið er lágt, tí vit hava dómarar, ið kundu komi longur fram. Trupulleikin hjá okkum er, at tilgongdin er so lítil og vit hava so fáar dómarar. Tí mugu vit verja teir og gera teir betri. Tá blívur dómaraeygleiðing í Føroyum meiri ein hjálp.
Í samrøðuni fortelja Kristian Johansen og Margrið Weihe eisini um hvussu tey blivu dómaraeygleiðarar og upplivingar tey hava havt sum altjóða dómaraeygleiðingar.
Dómararnir og dómaraeygleiðingararnir verða ein stórur partur av steypafinalunum, sum verða leygardagin. Rás2 sigur frá bæði kvinnu- og mansfinaluni. Byrjað verður at senda klokkan 12.










