Í fjørheyst var Rannvá Helenudóttir - eisini kend sum HULDA - í Grønlandi og framførdi á norðurlendskum festivali í høvuðsstaðnum, Nuuk.
HULDA framførdi sum nakað heilt serligt í einari svimjihøll saman við tveimum grønlendingum.
– Tað var eitt øgiliga surrealistiskt upplivilsið. Fólk svumu, meðan vit spældu, og tey dansaðu í vatninum, sigur hon í videosamrøðu, sum er at síggja niðanfyri her.
Konsertin kom í lag í samstarvi við Nordisk Kulturkontakt, sum var við til at fíggja ferðina hjá Rannvá Helenudóttir úr Føroyum til Grønlands. Nordisk Kulturkontakt er ein stovnur undir Norðurlandaráðnum, sum virkar fyri at stimbra norðurlendska mentan og samstarv.
Nordisk Kulturkontakt gjørdi eina videosamrøðu við Rannvá Helenudóttir, har hon greiðir frá týdninginum hjá føroyskum tónleikarum at sleppa uttanlands at spæla og deila sín tónleik. Her síggja vit eisini, hvussu tað sá út, tá HULDA spældi í svimjihøllini.
<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Fnordiskkulturkontakt%2Fvideos%2F495509024736685%2F&show_text=0&width=560" width="560" height="315" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>