Klokkan 19.45 skal føroyska landsliðið togast við danska risan í Parkini í Keypmannahavn.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 18.45.
Framúr góðu landsliðsfjeppararnir, Skansin ætla at gera sítt til at føroyska liðið verður væl stuðlað uttanfyri vøllin.
Seinasta átakið hjá Skansanum er sera mergjað. Skansin hevur leitað til føroyska kvæðaskattin fyri at fáa íblástur.
Úrslitið er eitt mergjað fótbóltskvæðið, ið fer at runga í Parkini í kvøld. Lag og niðurlag er tikið úr Sigmundskvæðinum.
HER hoyrist Skansakvæðið:
##med2##