TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr løtuna tá 28 ára gamli Olivur Bech Andreasen sang seg inn í hjørtuni hjá áhoyrarunum, sum vóru til X-Factor í DR-býnum í kvøld.
Olivur fekk nógvar rósur frá kenda dómaranum, Thomas Blachmann, og áhoyrararnir livdu við, tá Olivur sang "The Gambler", sum Kenny Rogers gjørdi kendan á sinni.
Dómarin, Sanne Salomonsen var eisini sera jalig, og Remée gav eisini Olivuri sín fulla stuðul.










