Adrian Justinussen, Daniel Johansen og liðfelagarnir í Hillerød spældu fyrradagin fyrsta dystin í 2025.
Hillerød sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini spældi í Greifswald í Týsklandi venjingardyst móti Hansa Rostock, ið spælir í triðbestu týsku fótbóltsdeildini.
Adrian var millum teir sum byrjaðu dystin fyri Hillerød.
Hansa Rostock vann dystin 2-1. Hansa var á odda 2-0 í steðginum. Jonas Lysholm minkaði um munin fyri Hillerød í 61. minutti.
Hansa Rostock hevur ikki verið í bestu deildini í Týsklandi, bundesliguni síðani 2008.
HER ber til frá YouTube rásini hjá Hansa Rostock at síggja ein hampuliga drúgvan samandrátt frá dystinum:
##med2##