Á triðja sinni kemur 34 ára gamli portugisiski landsliðsspælarin, Ricardo Quaresma at spæla ein dyst á einum føroyskum leikvølli. Hetta hendir komandi hóskvøld tá B36 og Besiktas spæla í Europa League undankappingini. Dysturin á ovara vølli í Gundadali byrjar klokkan 19 hóskvøldið. FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, og in.fo fer at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.
Fyrstu ferð var 22. juli í 2010, tá Ricardo Quaresma við liðfeløgunum í Besiktas vann 4-0 á Víkingi í Europa League undankappingini. Aðru ferð var 10. oktober í 2016 tá Ricardo Quaresma saman við Cristiano Ronaldo og hinum portugisisku stjørnunum vann 6-0 á Føroyum í dysti í HM-undankappingini.
Ricardo Quaresma var eisini við á liðnum hjá Besiktas, tá Besiktas á heimavølli 15. juli í 2010 vann 3-0 á Víkingi í Europa League undankappingini. Ricardo Quaresma var skiftur inn tá ein tími var farin av HM-undankappingardystinum millum Portugal og Føroyar í Portu 31. august í 2017. Tá vann Portugal 5-1.
Hóast Ricardo Quaresma samanlagt hevur vunnið 18-1 á føroyskum liðum í fýra dystum, so hevur hann enn ikki skorað ímóti einum føroyskum liði.
15. juli í 2010 hevði Ricardo Quaresma á heimavølli í Istanbul ein gyltan møguleika at skora ímóti Víkingi uppá brotsspark, men hann sendi bóltin uppum málið hjá Geza Turi.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj støðuna tá Ricardo Quaresma brendi brotsspark ímóti Víkingi á heimavøllinum hjá Besiktas 15. juli í 2010.