Í dag var risastórt veðurlagsverkfall á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Fleiri túsund børn, ung og eldri vóru møtt upp fyri at vísa sín stuðul til veðurlagið umframt sína ónøgd um manglandi átøk frá politiskari síðu.
Vit fingu orðið á nøkur teirra, ið vóru møtt upp, og øll tey vóru samd um, at nú skal okkurt henda.
- Hetta fer at ganga galið, um vit ikki gera okkurt nú. Tað skal handlast í dag og ikki í gjár og heldur ikki í morgin, men í dag, sigur eitt eldri par.
- Um vit kunnu loysa hendan trupulleikan, so er tað eisini vón fyri, at vit kunnu loysa aðrar trupulleikar, sigur ein ungur drongur.
- Tað gongur jú út yvir okkum! siga børnini.
Tú kanst síggja samrøðurnar í videobrotinum her:
##med2##