Seinnapartin spældu EB/Streymur og Víkingur í 4. umfari av Effodeildini. Føroyameistararnir vóru favorittar ímóti uppflytarunum, men teir á heimaliðnum lupu hvøkk á gestirnar, tá ið teir løgdu seg á odda 1-0 beint fyri hálvleikssteðgin.
Víkingur javnaði stutt eftir steðgin, og seinasta fjórðingin av dystinum skoraðu gestirnir fýra mál afturat, so at tað endaði við tryggum 5-1 sigri.
Sigurin hevur við sær, at Víkingur varðveitir oddastøðuna í Effodeildini. EB/Streymur liggur nummar 7.
EB/Streymur-Víkingur 1-5 (0-1)
0-1: Leif Niclasen, 45.
1-1: Atli Gregersen, 51.
1-2: Gunnar Vatnhamar, 67.
1-3: Adeshina Lawal, 71, brts.
1-4: Hanus Jacobsen, 81., brts.
1-5: Sølvi Vatnhamar, 91.