Video: Her vinnur NSÍ á AB

Argjamenn argaðu oddaliðið, sum at enda vann 2-1. Her kanst tú síggja samandrátt av dystinum

Oddaliðið NSÍ vann í dag 2-1 á AB í Effodeildini. NSÍ byrjaði dystin betur og legði seg á odda við máli frá Klæmint A. Olsen.

AB menti seg sum dysturin leið, og í seinna hálvleiki bjóðaðu teir av álvara oddaliðnum av. Álvur F. Christiansen javnaði fyri AB, og eftir tað lá dysturin og vigaði.

Tað fekk ávirkan á dystin, at AB misti mann gott korter fyri leiklok. Beinir Ellefsen fekk sítt seinna gula kort, og eftir hetta skoraði NSÍ sigursmálið.

Omanfyri ber til at síggja samandrátt av dystinum.