KÍ vann í dag óvæntað 1-0 á oddaliðnum B36. Einsamalla málið í dystinum skoraði Bárður J. Heinesen, tá bara fáir minuttir vóru eftir av dystinum.
Les eisini: KÍ venjari skjýtur við skørpun eftir leiðsluni í felagnum
Sigurin broytir ikki so nóv upp á støðuna hjá KÍ á stigatalvuni, tí teir eru framvegis nummar seks. Hetta er fimti dysturin upp í slag, at KÍ fær stig, men tann fyrsti sigurin í hesum fimm.
Leiðslan hjá B36 er nú minkað úr sjey stigum niður í fýra stig, eftir at HB vann 3-0 á B68.










