Spælinum hevur sum oftast ikki bilað nakað, men úrslitini hava ikki verið nakað at reypa av. Í sættu royndini hjá B36 við Jákupi á Borg við róðrið eydnaðist tað endiliga at vinna fulla úrtøku, og tað skal valdast fyri úrslit.
Síggj samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
ÍF vitjaði seinnapartin í Gundadali, og fuglfirðingar vórðu sendir norður aftur við 4-0 tapi. Øll málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki, tá ið tað var nógv, sum bendi á, at talan skuldi verða um eitt øgiligt skrædl. Patrik Johannesen, sum nú er skrásettur fyri seks mál og er toppskjútti, og Benjamin Heinesen, sum var heilt eyðsýndur í dag, skoraðu tvey mál í part.
Eftir steðgin var tað friðaligari. ÍF royndi at leggja nógv fyri í strembanini at svara aftur, og tað eydnaðist fleiri ferðir at vinna hornaspørk, og í einstøkum førum noyddist Tórður Thomsen at verja fyri. Tað var hann annars ongantíð noyddur til í fyrra hálvleiki.
4-0 sigurin er annar av størstu sigrunum yvirhøvur higartil í ár. Hin var, tá ið Víkingur í fjórða umfari og á útivølli vann 5-1 ímóti EB/Streymi. Úrslitið ber við sær, at B36 – í hvussu so er inntil seint seinnapartin í morgin – flytur av áttanda og fram á bronsuplássið. Saman við KÍ hevur B36 sjey stig, meðan ÍF framvegis er á sjeynda plássi við fimm stigum.
B36-ÍF 4-0 (4-0)
1-0: Patrik Johannesen
2-0: Benjamin Heinesen
3-0: Patrik Johannesen
4-0: Benjamin Heinesen
Dómari: Rúni Gaardbo
B36: Tórður Thomsen - Erlendur Magnusarson, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø, Gestur B. Dam - Róaldur Jakobsen (Alex Mellemgaard, 46.), Eli Falkvard Nielsen (Jóhan Eiler Simonsen, 78.) - Benjamin Heinesen, Christian R. Mouritsen, Jógvan Skeel Nolsøen (Gilli Samuelsen, 62.) - Patrik Johannesen,
ÍF: Henrik Jensen - Dánjal Pauli Højgaard (Fritleif í Lambanum, 60.), Jákup Andrias Gaardbo, Ndende, Alex José dos Santos - Kristoffur Jakobsen, Bogi Reinert Petersen (Sámal Jákup Joensen, 60.) -Andy Ó. Olsen, Niels Pauli Danielsen (Sámal Joensen, 87.), Ari Ó. Ellingsgaard - Jóhan Petersen
Gult kort: Alex José dos Santos, Dánjal Pauli Højgaard, Jákup Andrias Gaardbo
Hinir dystirnir í sætta umfari verða spældir seinnapartin ímorgin: KÍ-EB/Streymur, 07 Vestur-Skála, HB-Víkingur og TB/FCS/Royn-NSÍ.









