Páll Andrasson Klettskarð skoraði um vikuskiftið sítt fyrsta mál fyri italska felagið, US Breno. Hetta er eitt søguligt mál, tí hetta er fyrsti ferð, at ein føroyingurin skorar í italskum fótbólti.
Sum sæst í samandráttinum, so er talan um ein frálíkan stútara, har klaksvíkingurin tætt undir málinum beinir eitt innlegg í málið til 1-0. Málið kom longu aftaná níggju minuttir.
US Breno vann dystin móti Governolese 2-1.