Paul Watson er ein kendur maður í Føroyum. Hann hevur síðani áttatiárini stríðst eirindaleysan bardaga ímóti grindadrápinum, og hann er neyvan liðugur við tað stríðið enn.
Seinastu tíðina hevur hann tó brúkt til annað enn umhvørvisstríð. Á Valentine’s degi, sum var tann 14. februar, giftist Paul Watson við unnustuni Yana, ið er ættað úr Ukraina.
Teyg giftust í París, har tey eisini høvdu eina samkomu við vinum og familju.
Trýst á pílin í myndini omanfyri fyri at síggja videoupptøku frá degnum.










