Video: Her gera tey nýggjar upptøkur til Skam

Norska sjónvarpsrøðin Skam hevur gingið sína sigursgongd kring øll norðurlond og aðrastaðni við.

Norska kringvarpið NRK er farið undir upptøkurnar til fjórðu sesong av ungdómsrøðini, sum eisini nógvir føroyingar hava fylgt.

Mikukvøldið hevði onkur sníkt seg í nánd av upptøkum, sum vórðu gjørdar á Hasle jarnbreytarstøðini í Oslo og filmað ein part av upptøkunum.

Hesin stutt filmur er í dag farin sum brandur um øll norðurlond sum prógv um, at upptøkurnar nú eru í gongd til eitt nýtt umfar av Skam.

Trýst á pílin í myndini omanfyri og hygg eftir video frá upptøkum í Oslo mikukvøldið.