Óiva mest umtalaða støðan í føroyskum fótbólti hetta kappingarárið kom í dystinum millum AB og KÍ mánakvøldið, tá hjálpardómarin dømdi mál til AB, tá KÍ arar vildu vera við, at bólturin ongantíð var inni.
Les eisini: Video: Samandráttur AB-KÍ 1-1
Eftirspælið av dystinum var, at Heðin á Lakjuni og Henry Heinesen fingu beinleiðis reytt kort. Heðin á Lajkuni heldur ikki, at hann segði nakað niðurgerandi ella spilti nakran út, men viðgekk at hann var óður. Hann helt at reyða kortið var ein ov hørð revsing.
Les eisini: Meinhardt: Tað var ikki mál
Eisini Henry Heinesen hjá KÍ fekk beinleiðis reytt kort. Tað var eftir, at dómarin hevði bríkslað fyri seinastu ferð. Enn er ikki greitt hvussu langt leikbann Heðin og Henry hava fingið.
Les eisini: Atli Danielsen: Bólturin var ikki inni
Norðlýsið vísti í vikuni á, at KÍ hevur fingið nógv flest reyð kort í ár. Teir hava fingið heili seks reyð kort, meðan hini liðini samanlagt hava fingið eins nógv reyð kort.