Video: Hepni við HB móti B68

Nú ber til at síggja samandráttin frá fyrru hálvfinaluni á Toftum. HB vann 1-0

HB hevur kós móti steypafinaluni fyri fyrstu ferð í fleiri ár. Grundin bleiv løgd við einum 1-0 sigri í fyrru hálvfinaluni, sum varð spæld á Toftum í kvøld.


Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

HB var uttan Andrew av Fløtum í álopinum. Avloysarin, Christian R. Mouritsen, mátti av vøllinum longu aftaná 20 minuttir. Tað merkti spælið hjá HB nakað, men teir gjørdu nokk til at vinna dystin. Einsamalla málið skoraði Levi Hanssen í seinna hálvleiki.

 

Les eisini: HB á finalukós

 

Á Toftum iðra tey seg um brendu møguleikarnar. Bæði tíðliga í fyrra hálvleiki og tíðliga í seinna hálvleiki hevði B68 stórar møguleikar, men Teitur M. Gestsson stóð væl í málinum hjá HB.

 

Les eisini: (Ljóðbrot) Levi Hanssen(HB) og Jann Ingi Petersen (B68)

 

HB er nú á odda 1-0 til seinnu hálvfinaluna, sum verður 18. juni í Gundadali. Í hini hálvfinaluni møtast EB/Streymur og Víkingur. Víkingur vann fyrra dystin 4-1 í Sarpugerði.

 

Les eisini: Tí mátti Christian av vøllinum

 

Løgmanssteypið – hálvfinalan:

B68 – HB 0-1 (0-0)

0-1 Levi Hanssen, 57