Video: Harðskapur er ikki bert eitt blátt eyga

í dag 25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum

Í dag 25. november er altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum. Í tí sambandi var ókeypis sýning av nýggja dokumentarfilminum "Vold i kærlighedens navn" í Norðurlandahúsinum í kvøld. Tað vóru Amnesty International Føroyar saman við Sig Frá! og Kvinnuhúsinum, sum skipaðu fyri. Leikstjórin Christina Rosendahl var eisini til staðar, og systur hennara Pernille Rosendahl framførdi nøkur løg.

 

 

–Tað snýr seg um at halda áfram við at tosa um hetta og varpa ljós á trupulleikan, tí vit eru ikki nóg væl kunnaði um, at harðskapur ikki bert er eitt blátt eyga, sigur Lív Patursson, virkandi aðalskrivari hjá Amnesty International Føroyar.