Video: Hallur skeyt vakurt langskotsmál

(Video) AC Horsens tapti 1-2, men Hallur Hansson skeyt eitt vakurt mál fyri AC Horsens í dystinum ímóti Viborg FF

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í donsku superliguni millum AC Horsens og Viborg FF, sum endaði við einum 2-1 sigri til útiliðið, Viborg FF.

 

Serge Deble legði Viborg FF á odda, tá 21 minuttir vóru farnir, og seks minuttir inni í seinna hálvleiki økti Christian Sivebæk til 2-0 til Viborg FF. 

 

Tá 73 minuttir vóru farnir av dystinum minkaði Hallur Hansson um munin til 1-2 við einum góðum langskotsmáli, har Hallur staddur uttanfyri brotsteigin setti bóltin hegnisliga í málið, men hetta var ikki nóg mikið hjá AC Horsens.

 

AC Horsens hevur bert ein dyst eftir í hesum kalendaraárinum, og verður hann á heimavølli ímóti AaB komandi fríggjakvøld.

 

Støðan í donsku superliguni :

 

1FCK20 1550    45:850
2Brøndby19 115340:1538
3FC Midtjylland19 95538:2232
4Randers FC20     95625:2132
5Lyngby1993719:1730
6SønderjyskE1977524:2528
7Nordsjælland1966730:3424
8AC Horsens2066824:3524
9AaB1965820:2723
10Silkeborg1957724:3322
11AGF1955927:3120
12Viborg20441222:3516
13Esbjerg19361020:4115
14OB19351114:2814