Video: Hallur og liðfelagarnir fingu bank

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-AGF 1-5 (0-3) her

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í donsku superliguni millum AC Horsens og AGF, sum var spældur í Horsens fríggjakvøldið.

 

AGF vann heili 5-1, og longu í steðginum var liðið úr Århus á odda 3-0. Hallur Hansson byrjaði inni hjá AC Horsens, men hann var skiftur út, tá seinni hálvleikur byrjaði.

 

Hetta er aðru ferð innan stutta tíð, at AC Horsens fær ein totalan niðurtúr á Casa leikvøllinum í Horsens. 6. november tapti AC Horsens eisini 1-5 á heimavølli, tá var FC Midtjylland mótstøðuliðið.

 

Komandi mikukvøld spælir AC Horsens á útivølli ímóti FC Nordsjælland. Ósigurin ímóti AGF merkir, at AC Horsens ikki er millum seks tey ovastu liðini í donsku superliguni, 

 

1FCK17  120     39:841
2Brøndby1795336:1432
3Randers FC1895425:1932
4Midtjylland1785436:2029
5Lyngby1783618:1627
6SønderjyskE1775521:2226
7AC Horsens1866622:3124
8AaB1864819:2622
9AGF1855827:3020
10Nordsjælland1755726:3120
11Silkeborg1747621:2919
12OB1735914:2614
13Viborg17331118:2812
14Esbjerg17251017:3911