VIDEO: Hallur og Horsens vunnu niðurflytingarbólk 2

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-Hobro 3-2 (1-2)

AC Horsens við føroyska liðskiparanum, Halli Hansson vann 3-2 á Hobro á heimavølli á Casa leikvøllinum í Horsens í kvøld.

Sigurin merkir, at AC Horsens vann niðurflytingarbólk 2 við 46 stigum, eitt stig meira enn Randers FC. 

AC Horsens skal nú spæla play-off dystir móti nummar 2 í niðurflytingarbólki 1, Sønderjyske. Vinnarin skal spæla eina Play-off finalu um rættin at spæla ein Play-off dyst um rættin at spæla í Europa League undankappingini seinni í summar.

Jeppe Kjær sum legði AC Horsens á odda 1-0 er bert 16 ár, fýra mánaðir og fýra dagar gamal, og hevur hann í kvøld sett met sum tann yngsti málskjúttin í donsku superliguni nakrantíð. 

AC Horsens – Hobro IK 3-2 (1-2)
1-0 Jeppe Kjær (8.)
1-1 Imed Louati (9.)
1-2 Mathies Skjellerup (12.)
2-2 Ayo Simon Okosun (53.)
3-2 Peter Therkildsen (86.)

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 3-2 sigrinum hjá AC Horsens á Hobro:

##med2##