Hallur Hansson var við frá byrjan, tá lið hansara, AC Horsens á útivølli tapti 0-3 til meistaraliðið, FC Midtjylland í Herning.
AC Horsens var væl við fram til 37 minuttir vóru farnir. Tá dømdi dómarin brotsspark til heimaliðið, og Mads Juel Andersen fekk seinna gula kortið fyri at fella Paul Onuachu hjá FC Midtjylland. Jakob Poulsen setti brotssparkið í netið, og við einum manni færri á vøllinum var mótbrekkan brøtt hjá Halli og liðfeløgunum.
Seinni hálvleikur var ikki meir enn byrjaður, so hevði Gustav Wikheim økt til 2-0 og ímóti dystarenda staðfesti
Mayron George sigurin hjá FC Midtjyllandi.
AC Horsens skal í eldin aftur mánakvøldið 20. august. Tá kemur AaB á vitjan í Horsens.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum FC Midtjylland-AC Horsens 3-0 (1-0)










