Video: Hallur og Horsens fingu gott útgangsstøðið

(Video) AC Horsens megnaði javnleik 1-1 í Esbjerg í fyrra niðurflytingardystinum. Síggj hæddarpunktini her

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá tí fyrra av tveimum niðurflytingardystum í donsku superliguni har samlaði taparin flytur beinleiðis niður í næstbestu deildina.

 

Dysturin í dag var spældur í Esbjerg millum Esbjerg og AC Horsens, sum hevði Hall Hansson á vøllinum í 71 minuttir. Hallur og liðfelagarnir í AC Horsens fingu eitt gott útgangsstøðið við einum 1-1 javnleiki. Tað merkir, at við sigri ella einum 0-0 javnleiki fær AC Horsens møguleikan at spæla upp og niðurflytingardystir ímóti tí næstbesta liðnum í næstbestu deildini.

 

Esbjerg fB – AC Horsens 1-1 (0-1)
0-1 Delphin Tshiembe (38.)
1-1 Robin Söder (65.)

 

Returdysturin verður spældur í Horsens, sunnudagin 28. mai.