Hallur Hansson og liðfelagarnir kunnu anda lættan. Aftaná 3-1 útisigur, og harvið samlaðan 3-1 sigur yvir tveir upp og niðurflytingardystir ímóti Vendsyssel FF hava teir í AC Horsens bjargað sær.
Hallur Hansson var við allan dystin, tá AC Horsens í Hjørring vann 3-1 á Vendsyssel FF, sum hevði Meinhard E. Olsen og René Shaki Joensen á beinkinum allan dystin, so talan gjørdist ikki um eina føroyingauppgerð í dag.
Tað sá gott út hjá heimaliðnum, Vendsyssel FF í fyrra hálvleiki. Tiago Leonco legði heimaliðið á odda, tá 41 minuttir vóru farnir, og norðurjútlendingarnir vóru tá í superliguni.
Men í seinna hálvleiki vendu Hallur Hansson og liðfelagarnir dystinum. Mikkel Jespersen skoraði eitt dreymamál, tá 51 minuttir vóru farnir, og í 85. minutti legði Kjartan Finnbogason AC Horsens á odda 2-1. Stutt undan leikloki økti Jonas Gemmer til 3-1, sum gjørdist endaliga støðan.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum Vendsyssel FF-AC Horsens 1-3 (1-0).










