Hallur Hansson og liðfelagarnir í AC Horsens fingu sín fyrsta sigur í donsku superliguni í 2018 í dag.
Tað gjørdist veruleiki tá AC Horsens vann 2-0 á Helsingør á útivølli. Støðan í steðginum var javnleikur 0-0.
Oliver Drost legði AC Horsens á odda tá 54 minuttir vóru farnir av dystinum. Í 83 minutti átti Hallur Hansson næstseinasta fótin á bóltinum tá Peter Nymann staðfesti sigurin fyri AC Horsens.
Hallur Hansson byrjaði á beinkinum í dag, men kom á vøllin miðskeiðis í seinna hálvleiki.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini, og ikki minst uppleggið hjá Halli til 2-0 málið hjá AC Horsens.
Komandi fríggjadag klokkan 17 verður vónandi føroyingauppgerð í Horsens. Tá tekur AC Horsens ímóti liðnum hjá Brandi H. Olsen, Randers FC, og so er at vóna, at báðir føroyingarnir verða á vøllinum.
Støðan í donsku superliguni:
1
21
29
50
2
21
26
47
3
21
17
42
4
21
-2
30
5
21
10
29
6
21
5
28
7
21
1
28
8
21
-4
27
9
20
3
24
10
21
-13
24
11
20
-13
22
12
21
-16
19
13
21
-24
16
14
21
-19
15