Hallur Hansson byrjaði inni fyri AC Horsens tá teir í dysti á heimavølli í donsku superliguni tóku ímóti OB í dag. AC Horsens tapti dystin 1-2.
AC Horsens – OB 1-2 (1-1)
1-0 Peter Nymann (18.)
1-1 Bashkim Kadrii (26.)
1-2 Anders K. Jacobsen (81.)
Í seinna hálvleiki fekk Hallur Hansson tvey gul kort, har serliga tað seinna var ógvuliga ivasamt. Dómarin metti, at Hallur "filmaði" tá hann fór um koll í brotsteiginum. Fleiri danskir miðlar seta spurnartekin við avgerðina hjá dómaranum, Michael Tykgaard.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini, og eisini støðuna tá Hallur Hansson var vístur av vøllinum.
Ígjár tapti Vejle 1-3 ímóti FC Nordsjælland á heimavølli. Viljormur Davidsen kom á vøllin tá 16 minuttir vóru eftir av dystinum. Tá var støðan 3-0 til FC Nordsjælland.
Støðan í donsku superliguni:
livescore.com
1
22
38
53
2
23
34
53
3
23
0
33
4
23
3
32
5
23
-2
32
6
23
-3
32
7
23
2
31
8
23
1
31
9
23
-9
31
10
23
0
30
11
23
-11
22
12
23
-20
20
13
22
-16
19
14
23
-17
19










