Video: Halloween: – Tað skal verða vemmiligt

Føroyingar hava í stóran mun tikið amerikansku høgtíðina ella Halloween, ið er allahalgannaaftan 31. oktober, til sín. Hetta er dagurin, tá fólk gera nógv burtur úr at kløkka og loypa ræðslu á onnur. 

 

 

–Vit vilja undirhaldast, hava spennig og verða kløkk, ímeðan vit innast inni vita, at tað ikki er so farligt kortini, sigur Birita Krossteig, ið rekur sermerkta handilin Skortur á Jónas Broncksgøtu í Havn.

 

 

– Nú nærkast Halloween, og ta høgtíðina hava føroyingar tikið til sín. Tað er líka stórt sum fastalávint, sigur hon, ímeðan hon greiðir frá øllum tí, sum fólk hava áhuga í, tá tey við Halloween í huga leggja seg eftir at ræða onnur. 

 

 

Trýst á pílin og kom við, tá in.fo vitjaði Skort.