VIDEO: Hæddarpunkt: Rumenia-Føroyar 26-19 (15-14)

(Video) EHF hevur gjørt ein samandrátt við góðum rumenskum og føroyskum málum frá EM-undankappingardystinum ígjár

Mynd: EHF

Mynd: EHF

Hondbólts-Føroyar hava eina góða kenslu aftaná avrikið hjá kvinnulandsliðnum á útivølli móti Rumenia í EM-undankappingardysti, har talan gjørdist um eitt 19-26 tap, men serliga fyrri hálvleikur sum endaði 15-14 til heimaliðið stendur sterkur í myndini.

 

Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF hevur sett saman ein samandrátt har til ber at síggja vøkur og væl spæld mál hjá bæði Rumenia og Føroyum, men tíverri eru ongar frálíkar bjargingar hjá Anniku Fríðheim Petersen við á samandráttinum. Samandrátturin er uttan viðmerkjara, og tað hoyrist hvussu væl stuðulin hjá rumensku fjepparnum munaði. Tað er eisini ein áminning til føroysku hondbóltsfjeppararnar til dystin móti Danmark í høllini á Hálsi í Havn. Dysturin verður leiktur sunnudagin klokkan 16.15.

 

HER sæst samandrátturin hjá EHF: 

 

##med2##

 

Rumenia - Føroyar 26 - 19 (15-14)

 

Føroyar: Annika Fríðheim Petersen, Rakul S. Wardum, Marianna Geirsdóttir Eystberg (1), Súna Krossteig Hansen (1), Marita Mortensen, Bjarta Osberg Johansen, Kristianna Henneberg Joensen, Durita Christophersen Jojic, Turid Arge Samuelsen (4), Maria Halsdóttir Weyhe (4), Pernille Brandenborg (3), Nina Katrina Johansen (2), Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, Guðrið Ellingsgaard, Lív Bentsdóttir Zachariasen og Jana Mittún (4)

 

 

 

Mynd: EHF

Mynd: EHF